«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Smádreingir, dreingir, stig 4 og 5.

1. steypakapping í amboð - úrslit

1. steypakapping fyri stig, 4,5 og 6, kvinnuunglingar, kvinnur, piltar, smádreingir dreingir, mansunglingar og menn var leygardagin 3. februar í Fimi í Havn.

 

Ljósið luttøk í kappingum hjá stig 4 og 5, kvinnuunglingum, kvinnum, piltum, smádreingjum og dreingjum, íalt luttøku 22 íðkarar frá Ljósinum, harav 3 vóru til kappingarfyrireiking hjá piltum. Á kvinnusíðuni bleiv kappast í forskotnari barr og lop, og á mannfólkasíðuni bleiv kappast á gólv, ringum og beinsveiggj.

 

Íðkarar í Ljósinum vunnu hesar steypakappingar:

Christina T. Arge (kvinnur), steypavinnari í forskotnari barr

Miriam Christiansen (kvinnuunglingar), steypavinnari í forskotnari barr

Bjarki Johannessen (smádreingir), steypavinnari á gólv og í ringum

Rókur Vestergaard (smádreingir), steypavinnari í beinsveiggj

Torleivur Christiansen (dreingir), steypavinnari í ringum og beinsveiggj

 

Aðrir íðkarar í Ljósinum fingu eisini heiðursmerkir:

Anna Paula Garðshodn (kvinnur), nr. 2 forskotnari barr

Christina T. Arge (kvinnur), nr. 3 í lop

Miriam Christiansen (kvinnuunglingar), nr. 3 í lop

Anna Elisabeth Weyhe (stig 5), nr. 2 í forskotnari barr

William N. Djurhuus (smádreingir), nr. 2 í beinsveiggj

Bjarki Johannessen (smádreingir), nr. 3 í beinsveiggj

Dánjal Joensen (dreingir), nr. 2 í beinsveiggj, ringum og gólv

Teitur í Hjøllum (dreingir), nr. 3 í beinsveiggj

Vilhelm S. Johannesen, (piltar) nr. 2 í ringum

 

Vit ynskja øllum íðkarum tillukku við úrslitunum.

 

Myndir frá 1. steypakapping síggjast her.

 

2. steypakapping verður 17. februar í Bylgjuni í Runavík. Tá verður kappast á kvinnusíðuni í bita og gólv og á mannfólkasíðuni í lop, reck og paralellari barr.

Góðkenningardagur verður eisini 17. februar í Bylgjuni, tá stig 1-3 fara at luttaka í øllum fýra amboðunum.  

 

Úrslit frá 1-3, har Ljósið luttók og fekk heiðursmerki:

Kvinnur, f.barr:

Nr. 1 Christina Arge (Ljósið) 9,6

Nr. 2 Anna Paula Garðshorn (Ljósið) 8,7

Nr. 3 Marý F. Petersen (Støkk) 8,5


Kvinnur, lop:   

Nr. 1 Elsbet Dalbø (HF) 12,05

Nr. 2 Marý F. Petersen (Støkk) 11,9   

Nr. 3 Christina Arge (Ljósið) 11,75


Kvinnuunglingar, f.barr:

Nr. 1 Miriam Christiansen (Ljósið) 5,9

Nr. 2 Rebekka Ingadóttir (HF) 5,0      

Nr. 3 Sofia Hansen (Støkk) 2,9


Kvinnuunglingar, lop: 

Nr. 1 Rebekka Ingadóttir (HF) 12,4    

Nr. 2 Victoria Ottarsdóttir (HF) 11,05

Nr. 3 Miriam Christiansen (Ljósið) 11,0

Nr. 3 Rebekka Højsted (KF) 11,0


Stig 5, f.barr:                

Nr. 1 Rósa Jacobsen (Støkk) 8,33 

Nr. 2 Anna Elsabeth Weyhe (Ljósið) 7,8

Nr. 3 Sara Høj (Støkk) 7,6


Dreingir, gólv:

Nr. 1 Marjun Nón (Støkk) 11,57

Nr. 2 Dánjal Joensen (Ljósið) 11,23

Nr. 3 Martin Óli Arge (Støkk) 11,07


Dreingir, beinsveiggj:

Nr. 1 Torleivur Christiansen (Ljósið) 4,7

Nr. 2 Dánjal Joensen (Ljósið) 3,9

Nr. 3 Teitur í Hjøllum (Ljósið) 2,9


Dreingir, ringar:

Nr. 1 Torleivur Christiansen (Ljósið) 10,8

Nr. 2 Dánjal Joensen (Ljósið) 6,43

Nr. 3 Bogi Olsen (Støkk) 6,3


Smádreingir, gólv:

Nr. 1 Bjarki Johannessen (Ljósið) 18,2

Nr. 2 Silas Poulsen (HF) 15,97

Nr. 3 Búi Pætursson (HF) 15,43


Smádreingir, ringar:

Nr. 1 Bjarki Johannessen (Ljósið) 19,2

Nr. 2 Búi Pætursson (HF) 18,2

Nr. 3 Silas Poulsen (HF) 18,03


Smádreingir, beinsveiggj:

Nr. 1 Rókur Vestergaard (Ljósið) 14,97

Nr. 2 William N. Djurhuus (Ljósið) 14,67

Nr. 3 Bjarki Johannessen (Ljósið) 14,13


Piltar, ringar:

Nr. 1 David Dalsgarð (HF) 13,38

Nr. 2 Vilhelm Johannesen (Ljósið) 13,28

Nr. 3 Pauli Richardson (Støkk) 13,13